S & K felagið hevur undirskriva avtalu við Føroya Lívstrygging um marknaðarrentu


Nevndin í S & K felagnum hevur undirskriva avtalu við Føroya Lívstrygging, um at S & K felagið fer frá einari minimunsrentu til marknaðarrentu.
Nevndin hevur sett seg væl inn í málið, innan undirskriva var. M.a. var formaðurin við í einum ferðalagið, sum var í Danmark, fyri at seta seg inn í hvussu fakfeløg og eftirlønarútbjóðarar fyrihalda seg til marknaðarrentu.
S & K felagið er tað fyrsta Føroyska fakfelagið, sum hevur undirskrivað avtalu við Føroya Lívstrygging, um at eftirlønin skal rentast eftir marknaðarrentu hugtakinum.
Hettar hevur eisini ávísar fyrimunir fyri limirnar í S & K felagnum. T.d. hevur Føroya Lívstrygging nakrar grunnar, sum nú kunna leysgevast og tað førir við sær, at allar konto hjá S & K limum, verða áskrivaðir við umleið 16% afturat. Tvs. at ein saldo sum stendur á 100.000 kr. kemur at standa á 116.000 kr. efitr hesa broyting.
Samband
- S & K Felagið
- Postsmoga 1378
- Traðavegur 20
- FO-110 Tórshavn
- Tlf. 66 60 60
- Fax 66 60 61
- skfelag@skfelag.fo











