Kunnandi fundur í Suðuroy 21 januar 2012
Nevndin í S & K felagnum fer til Suðuroyar 21 januar 2012 og hevur kunnandi fund fyri limir felagsins á Hotel Øravík kl. 18:30.
í Hesum sambandi er soljóðandi skriv sent til allar limirnar í Suðuroy.
Til allar S & K limir í Suðuroy Tórshavn 11. januar 2012
Innbjóðing til kunningarfund 21. januar 2012 kl. 18:30 á Hotel Øravík
Fyrst vilja vit ynskja tær gott nýggjár.
Nevndin í S & K felagnum heldur kunnandi fund á Hotel Øravík, 21. januar kl. 18:30 og hevði tað glett okkum at sæð teg á hesum fundi.
S & K felagið bjóðar tykkum til ábit innan fundin.
Nevndin vil greiða frá gongdini hjá S & K felagnum í 2011.
Í apríl 2011 gjørdi S & K felagið nýggjan lønarsáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) og vilja vit m.a. greiða frá hesum sáttmála.
Tað er eisini altíð gott við einum kjaki millum nevndina í S & K felagnum og limirnar, um hvat rørist millum limirnar.
Nevndin í S & K felagnum
Samband
- S & K Felagið
- Postsmoga 1378
- Traðavegur 20
- FO-110 Tórshavn
- Tlf. 66 60 60
- Fax 66 60 61
- skfelag@skfelag.fo











