Eftirlønarskipan
Eftirløn
Sambært sáttmálanum skal arbeiðsgevarin rinda til persónliga eftirløn hjá liminum. Goldið verður til eftirløn, ið er bæði lívrenta og kapitaleftirløn. Tað merkir, at limurin fær eina fasta, mánaðarliga eftirlønarveiting, restina av lívinum, umframt útgjald í einum.
Mánaðarliga eftirlønin verður skattað sum vanlig inntøka, meðan útgjaldið í einum svarar 35 % í avgjaldi. Eftirlønaraldur er settur at vera 67 ár, tó møguleiki er at fáa fyritíðareftirløn.
Um limur doyr áðrenn eftirlønaraldur, verður útgoldið tað, ið svarar til 60 % av árligu grundveitingini. Veitingin verður goldin til eftirsitandi í 10 ár, í mesta lagi fram til limur vildi verið 77 ár. Eisini er útgjald til eftirsitandi børn, fram barnið er 18 ár. Hendan veiting er 15 % av árligu grundveitingini.
Tryggingarupphæddin við deyða, verður útgoldin til næsta avvarðandi, uttan so, at onnur skrivlig avtala er gjørd. Næsti avvarðandi er hjúnafelagin. Um eingin hjúnafelagi er, verður útgoldið til børn (lívsarvingar) Eru eingi børn, verður útgoldið samb. arvalógini.
Sambúgvi kann einans tryggjast eftir nærri avtalu við Føroya Lívstrygging, m.a. tí eftirlønartryggingin skal broytast við testamenti. Tey á Føroya lívstrygging geva fegin neyvari vegleiðing um hesi viðurskifti.
Frá Føroya Lívstrygging fær hvør limur á hvørjum ári eitt tryggingaryvirlit, ið vísir, hvat ið er inngoldið, núverandi rættindi, hvussu gongdin er, og sum eisini vísir hvørji eftirlønarrættindi limur kann vænta sær, í mun til tað ið er inngoldið.
Gjaldsundantøka
Verður arbeiðsorkan hjá limi skerd við 2/3 ella meira, fellur inngjaldið til eftirlønina burtur aftaná 3 mánaðir. Ístaðin verður gjaldið rindað av Føroya Lívstrygging, so leingi óarbeiðsføri stendur við, um neyðugt heilt fram til eftirlønaraldur.
Limir, ið við innliman eru 57 ár og eldri, hava eftirlønarkonto, ið ikki gevur rætt til gjaldsundantøku.
Fær limur rætt til veiting m.a. verður óarbeiðsførur, skal hetta meldast til Føroya Lívstrygging. Umsóknarbløð eru at finna á heimasíðuni www.liv.fo.
Samband
- S & K Felagið
- Postsmoga 1378
- Traðavegur 20
- FO-110 Tórshavn
- Tlf. 66 60 60
- Fax 66 60 61
- skfelag@skfelag.fo











