Avsláttarskipan fyri limir hjá S & K felagnum frá TRYGD
Limir í S & K felagnum fáa avsláttur av tryggingum frá Trygd
Sum limur í S & K felagnum hevur tú rætt til at fáa mongdaravsláttur av grundprísinum hjá Trygd.
S & K felagið vil, at tað skulu vera nógvir fyrimunir við at vera limir hjá felagnum. Nevndin fegnast tí um avtaluna við Trygd, tí hon gevur limunum í S & K felagnum møguleika fyri bíligari tryggingum, óansæð um teir hava eina ella fleiri tryggingar hjá Trygd.
Harumframt rindar S & K felagið fyri eina felags Vanlukkutrygging fyri limirnar. Treytin fyri at verða umfataður av Vanlukkutryggingini er, at tú hevur verið limir í S & K felagnum í meira enn 4 samanhangandi mánaðir frá 31.12 á hvørjum ári. Vanlukkutryggingin tekur við, um S & K limurin kemur út fyri vanlukku og fær varandi mein. Henda vanlukkutrygging dekkar upp til 500.000 kr. fyri ta vanlukku, sum limirnir kunnu koma út fyri
Samstarvið millum S & K felagið og Trygd fevnir um hesar tryggingar:
ü Akfarstrygd:
ü Sethúsatrygd:
ü Familjutrygd:
ü Vanlukkutrygd:
ü Barnavanlukkutrygd
ü Ferðatrygd
Vit heita tí á allar limir í S & K felagnum um at seta seg í samband við Trygd og gjøgnumganga øll síni tryggingarviðurskifti. Limirnir skulu bert kunna Trygd um, at teir eru limir í S & K felagnum, so fáa teir fyrimunirnar av hesi avtaluni.
Vinarliga
S & K felagið
Samband
- S & K Felagið
- Postsmoga 1378
- Traðavegur 20
- FO-110 Tórshavn
- Tlf. 66 60 60
- Fax 66 60 61
- skfelag@skfelag.fo











